Tað gongur tann rætta vegin við búskapinum í Estlandi. Hagtøl fyri tann fyrsta ársfjórðingin í ár vísa, at bruttotjóðarframleiðslan var 2,1 prosent størri enn í oktober ársfjórðingi í fjør.
Samanborið við januar ársfjórðing í 2010 var vøksturin 8,1 prosent.
Hagtølini vísa, at útflutningurin av ídnaðarvørum er vaksin heili 53 prosent samanborið við januar ársfjórðing í fjør. Hinvegin er inflasjónin framvegis stór, 5,4 prosent, skrivar NTB.










