Á fundi í Norðurlandaráðnum í síðstu viku var ein broyting í viðtøkunum fyri Norðurlendska Mentanargrunnin løgd fyri nevndina.
Hendan broyting, sum væntandi verður samtykt í næsta mánaði, fer at hava við sær, at Føroyar fáa fastan lim í nevndini fyri mentanargrunnin.
- Tað verður ein stórur fyrimunur fyri Føroyar at hava ein fastan lim í nevndini,tí so eru vit altíð til staðar, tá mentanargrunnurin hevur fundir, sigur Jógvan við Keldu, sum er limur í Norðurlandaráðnum.
- Tú kanst av røttum ivast í, um til dømis álendingar hava førleikan til at greiða frá og stuðla grønlendskum umsóknum, tá tær eru fyri í nevndini, og tað er somuleiðis galdandi tá grønlendingar og føroyingar sita í nevndini.
Higartil hava 11 limir sitið í nevndini fyri mentanargrunnin; tveir fyri hvørt lima land, og so ein limur, sum hevur sitið fyri tey trý sjálvstýrandi londini, Føroyar, Áland og Grønland. Triðja hvørt ár hevur Føroyar átt limin.
Broytingin í nevndini fyri mentanargrunnin leggur upp til, at nú verða tað 13 limir í nevndini. Tveir fyri hvørt av londunum, sum eru limir, og síðani ein fyri hvørt av sjálvstýrandi londunum.
Sigur fyri Føroyar
Málið um at lata sjálvstýrandi londini fáa hvør sín lim í nevndini fyri mentanargrunnin var í síni tíð reist av Harriet Andersson av Álandi, Lisu Lenerth úr Grønlandi og Signari á Brúnni úr Føroyum.
Jóannes Dalsgaard, sum hevur sitið sum limur triðja hvørt ár, hevur virkað fyri málinum, hvørjaferð hann hevur havt umstøður til tað, og tað hava løgtingsumboðini eisini gjørt.
Og nú er líkt til, at hetta stríðið hevur givið úrslitið. Danski formaðurin í Norðurlendska Mentanargruninum, danin Søren Hansen, tók á fundinum í síðstu viku til, at nú kundi føroyingarnir fara fegnir heimaftur, tí hetta var ein stórur sigur fyri Føroyar.
25 milliónir um árið
Norðurlendski Mentanargrunnurin hevur á hvørjum ári 25 milliónir krónur at býta út árliga, og hendan útbýting fer fram tvær ferðir um árið - 15. mars og 15. september.
Seinastu árini hevur grunnurin á hvørjum ári fingið millum 700 og 1000 umsóknir at viðgera. Í fjør varð latin stuðul til 199 umsóknir, men árini frammanundan nakað fleiri.
Føroyskar umsóknir fáa eisini á hvørjum ári stuðul. Í fjør fingu fýra føroyskar umsóknir stuðul, og stuðulsupphæddin til føroyingar var samanlagt 305.000 krónur. Í 1998 var stuðulin til føroyingar 820.000 og í 1997 1,1 millión.
Tað eru bæði privatfólk, feløg, virki og stovnar, sum fáa stuðul frá mentanargrunninum, og latin verður stuðul til alskyns mentarnarlig tiltøk og arbeiði. Alt frá klassiskum listaarbeiðið til ymiskt innan kunningartøkni og multimiðlar.