Tað skrivar tað viðurkenda læknatíðarritið New England Journal of Medicine.
Heilivágurin, sum amerikansku granskararnir hava ment, verður nú royndur. Sambært granskarunum ger heilivágurin, at kvinnur verða mótstøðuførar ímóti einum virusi, sum tær fáa ígjøgnum seksuella samveru, og sum á hvørjum ári kostar fleiri hundraðtúsund kvinnum kring heimin lívið.
1.533 kvinnur hava sjálvbodnar tikið lut í kanningunum hjá granskarunum. Helmingurin av kvinnunum fekk tann nýggja heilivágin, meðan hin helmingurin fekk okkurt, sum kortini onga ávirkan hevur. Tað vísti seg, at eingin av teimum kvinnunum, sum høvdu fingið tann nýggja heilivágin, fekk virusið HPV, sum kann elva til krabbamein í lívmóðurhálsinum. Av hinum kvinnunum vórðu 41 smittaðar við HPV.
Kvinnurnar, sum tóku lut í kanningini, vóru millum 16 og 23 ár, og granskararnir siga, at tað er umráðandi, at kvinnurnar fáa heilivágin, áðrenn tær av álvara gerast kynsliga virknar. Amerikansku granskararnir siga, at tann nýggi heilivágurin, sum kvinnurnar skulu taka tríggjar ferðir í einum seks mánaða skeiði, kann forða fyri krabbameini í lívmóðurhálsinum, men hann kann ikki lekja kvinnur, sum longu hava fingið krabbamein har.
Granskararnir siga, at menn eiga eisini at taka tann nýggja heilivágin. Sjálvt um menn av góðum grundum ikki kunnu fáa krabbamein í lívmóðurhálsinum, eru teir medvirkandi til at breiða virusið, sum ger kvinnurnar sjúkar.