Veruligt víðskygni setir sín dám á pensjónsreformin, sum nú er lagdur fram. Gamlir føroyingar gerast bæði fleiri og eldri, og tí eru eittans ráð at taka til. Nevnliga at hækka pensjónsaldurin, soleiðis at tú í 2049 skalt verða 71 ár, áðrenn tú fært fólkapensjón, heldur enn verandi 67 árini. Av sonnum ein stór kollvelting, sum uttan iva frøir mangan arbeiðsmann og –kvinnu, sum kanska hava slitið seg upp í 50 ár á arbeiðsmarknaðinum. Nú skulu tey so taka fýra ár afturat!
Skulu vit halda fram í sama spori, so er ein onnur gongd leið væl eisini at lækka livialdurin. Verða fólk sjúk, skulu vit bara taka byrsuna fram. So er tann byrðan beind av vegnum. Ella kanska skuldu vit bara droppa øll hesi heilsuátøkini. Eitt lægri avgjald á tubbaki, rúsdrekka og grønum keks fer heilt víst at økja um títtleikan av lungnakrabba og diabetes, og so er trupulleikin jú eisini loystur. Kann vera, at hetta økir um útreiðslurnar til sjúkrahúsverkið, men tað er væl nakað, sum vit eru so von við, at hetta eigur ikki at skapa teir heilt stóru trupulleikarnar. Tykist eisini, sum hevur fíggjarmálaráðharrin yvirtikið bæði heilsu- og eldraøkið, so tað skuldi væl borið til at samansjóvað alt hetta.
Anyway. So er 2049 hampuliga langt frammi í tíðini. Og hvør sigur, at vit tá framhaldandi eru eins nógv her á klettunum. So hvørt sum pólarnir bráðna verður væl minni og minni liviligt her hjá okkum, ella kanska skulu nýggjar eldraíbúðir bara byggjast uppi á Slættaratindi.










