Fram-SÍ 2-1
Fyrr í hesum kappingarárinum tók SÍ alt og øll á bóli við at leggja seg á annað plássi í landskappingini. Tað gjørdu teir m. a. við at vinna á Fram í Havn. Tá hendi tað seg meiri enn so, at sørvingarnir vóru hepnir, men tað vóru teir ikki leygardagin, tá sørvingarnir vóru í Havn og hittu Fram.
Byrjaðu betur
Tað vóru sørvingarnir, sum byrjaður dystin best. Teir hálaðu tey bæði fyrstu settini til høldar, og vóru tí á odda í hálvleikinum. Men tað er nú ikki so løgið kortini, tí tá sørvingar fáa síni sterku vápn stillað inn, so er lítið at gera hjá mótstøðuliðunum.
Men tað krevur so eisini, at hugurin at spæla er til staðar, tí tað er hann ikki altíð.
Og tá hann ikki er tað, er spælið hjá sørvingum ov lætt at pilka sundur, og eydnast tað, eru teir ikki vandamiklir.
Um tað er tað, sum hendi í Havn um vikuskiftið skal vera ósagt, men veruleikin er, at tað stóð Fram á restini av dystinum.
Teir halda seg framat
Í seinna hálvleiki var tað Fram sum setti dagsskránna, og tað hava teir allar orsøkir til. Kappingin um silvurmerkini er hørð, og ikki hava teir ráð til at tapa nakran dystin uttan at Mjølnir stríkur framum teir.
Hetta hava teir uttan iva havt í huga, tí tey bæði settini í seinna hálvleiki vann Fram, og so mátti seinasta settið eisini takast við, fyri at finna ein vinnara.
Her eydnaðist Fram at vinna 15-11 á SÍ og við tí vunnu teir dystin 2-1.
Sigurin hevur sum sagt við sær, at Fram hevur nøsina frammanfyri Mjølnir í dystinum um silvuri, og tað er lítið at ivast í, at teir vilja gera alt fyri at halda seg har.
Stigatalvan óbroytt
Úrslitið av dystinum hava ikki nakra broyting við sær í stigatalvuni. Fram hevur nú tíggju stig á øðrum plássi í landskappingini og tað er seks stig færri enn Fleyr.
Sørvingar eru javnir við fuglfirðingar í stigum ? bæði liðini hava trý stig ? og tað verður millum hesi bæði liðini, at vit skulu finna aftasta liðið í kappingini.
Okkara skot er kortini, at SÍ fer at draga longra stráðið í tí dystinum, tí tá innanhýsis dysturin verður á skránni, hava sørvingar betru kortini. Men tað er okkara skot. Livst so spyrst ...