Mansflogbóltur
Tað man vera sjáldan, um nakran tíð, at Fleyr hevur havt eitt somikið friðarligt ár, sum felagið hevur í løtuni. Bestu kvinnurnar í felagnum hava seinastu árini havt sera trupult við at liva upp til gyltu fortíðina, og nú tykist hetta eisini hava rakt mansliðið. Einki ættarliðsskifti er framt seinastu mongu árini, og heldur enn at talan hevur verið um eina líðandi útskifting, er mest sum alt liðið skift út í ár, og hetta merkist sjálvandi í úrtøkuni.
Enn hevur Fleyr ikki vunnið nakað sett í meistaradeildini hetta kappingarárið, og tann støðan broyttist ikki pettið, tá Fram var mótstøðuliðið sunnudagin.
Sum væntað, so gjørdist talan um ein tryggan sigur til Fram, og tó at tað var um reppið, at Fleyr streyk avstað við fyrsta settinum, so var ongan tíð nakar veruligur ivi um, hvar stigini skuldu fara.
Við sigrinum togaði Fram seg upp á næst ovasta sessin í meistaradeildini, har teir tó hava leikt tveir dystir fleiri enn Mjølnir. Júst Mjølnir eru mótstøðumenninir komandi vikuskiftið, og tá fæst helst at vita, hvørt av hesum liðunum skal hava risa stóru uppgávuna sum fremstu avbjóðararnir hjá fuglfirðingunum.