Fram steðgaði Fleyr

Lokaluppgerðin í Havn endaði við sigri til Fram, men hóast 3-1 kann tykjast sum tryggur sigur, so var munurin í fleiri av settunum sera lítil

Flogbóltur


Fram ? Fleyr 3 ? 1

25-22, 25-21, 24-26, 25-14


Slagið um Havnina endaði við, at Fram vann. Fyrsti dysturin hetta kappingarárið millum feløgini í Havn varð spældur í Eysturskúlanum, har Fram heldur til.


Byrjanin

Fyrst í dystinum var lítið sum bendi á, at Fram fór at megna at gera nakað við Fleyr. Klæmint Isaksen, sum umframt at venja Fleyr eisini spælir við fór aftur at serva, tá ið støðan var 1-1 í fyrsta setti. Tá ið hann gavst, var støðan 6-1 til Fleyr.

Klæmint hevur sera harða hoppservu, og móttøkuleikararnir hjá Fram megnaðu als ikki at fáa bóltin upp og fram til hevaran. Leikararnir í Fleyr høvdu hesa løtuna fullkomið tak á dystinum, men so við og við kom Fram inn í dystin. Fram hevði fleiri álopsmøguleikar, og eisini blokkurin við Suna Pedersen á odda fangaði nógv. Fram vann leiðsluna inn aftur og fór framum. Mistak í uppstillingini førdi tó við sær, at Fram misti leiðsuna.

Fram fótaði sær tó aftur eftir hetta, og eftir at hava vunnið fyrsta settið, eydnaðist teimum eisini at vinna næsta settið. Fleyr hevði tá sera stórar trupulleikar, og líkt var til, at Fram skuldi strúka avstað við øllum.


Dysturin vendi

Støðan hjá Fleyr var nú rættiliga vónleys, men liðið helt á at stríðast. Ungu menninir fullu ikki í fátt, men mannaðu seg upp og gjørdu nógv meira um seg í 3. setti enn í teimum báðum fyrru. Fleyr tók seg væl framum við sera góðum og skjótum spæli. Serliga á miðjuni eydnaðist at snýta blokkin hjá Fram.

Hetta settið vendi tó til endans, tí Fram tók leiðsluna innaftur. Enn einaferð var tað Ragnar Petersen, sum var maðurin við skørpu servunum. Hann servaði frá 15-20 til 20-20. Fleyr vann seg fram til settbólt 24-22, men Fram kom aftur upp á javnt.

Fleyr fekk við einum góðum blokki aftur møguleikan at avgera settið og hesaferð eydnaðist. Í hesum settinum spældi Fleyr nógv tað besta, teir høvdu gjørt í øllum dystinum, og tað hoyrdist eisini. Teir róptu Fram av vøllinum.


Nýtt Framlið

4. sett byrjaði væl hjá Fleyr. Teir vunnu seg nakað framum, men so var eisini liðugt. Í hesum settinum gjørdi Fram greitt, at teir ætla sær at gera um seg í landskappingini. Jens Heri Mortensen, sum spælir kantsmashari í Fram, megnaði at kalla einsamallur at avgera dystin. Fyrst servaði hann í tveimum umførum tilsamans 10 servur. Harafturat avgjørdi hann fleiri álop og var tískil stóri munurin á liðunum. Fram vísti í hesum settinum, at liðið kann spæla sera væl. Fleyr megnaði ikki at standa ímóti.

Broytingin í Fleyr er stór, og tað fer at taka tíð áðrenn liðið er samanspælt. Hetta liðið hevur framtíðina fyri sær, og teir fara longu í ár at vera við í stríðnum um heiðursmerkini. At endurvinna gullið verður tó torført hjá teimum.