Fram - Fleyr 3 ? 0; (25-17, 25-14, 25-15)
Flogbóltur, meistaradeild menn
Fleyr fekk ikki eitt bein til jørðina, tá teir sunnudagin skuldu prógva, at teir kundu halda sama støði sum í Klaksvík fyri viku síðani, tá teir vunnu 3-0 á oddaliðnum Mjølni.
Fram legði trýst á frá byrjan, og við sera góðum servum frá Pasco Romica og Rúna Weihe, hevði Fleyr sera stórar trupulleikar í móttøkuni. Tað vóru fáir bóltar sum komu væl upp til hevaran, og teir bóltar sum komu fram, vórðu í nógvum førum misbrúktir.
Fram hevur nú vunnið báðar dystirnar ímóti hinum havnarliðnum í endaumfarinum og liggur nú á triðja plássi, meðan Fleyr liggur á fjórða.
Romica hevaði
Romica, sum nú er fastur hevari hjá Fram, leikti ein góðan dyst. Alla tíðina var hann ein hóttan fyri Fleyr blokkin, og serliga tá hann var frammi, tí tað var fleiri ferðir, at hann koyrdi bóltin yvirum aðru ferð, uttan at blokkur var fyri. Og eisini var hann uppi og gjørdi sum um hann koyrdi bóltin yvirum, og Steinar Eirikstoft og Janus úr Dímum hoppaðu upp at blokka til fánýtis. Ístaðin var bólturin hevaður út á kantin, har Rúni Weihe ella Jákup Sørensen slógu bóltin í gólvið.
Romica hevði eisini átikið sær ta uppgávu at neutralisera Johannes Ejdesgaard, Fleyr, í blokkinum, og hetta kláraði hann til fullnar. Johannes fekk næstan ikki eitt reint slag í gjøgnum allan dystin, men hetta var hann ikki einsamallur um á Fleyr-liðnum, sum til tíðir sá út til at ganga í tjúkkum siroppi.
Tað sást týðiliga, at Fleyr saknaði Jan Hentze í móttøkuni henda dagin, men hann hevur ikki verið við hesar seinastu dystirnar vegna skaða.
Rúni góðan dyst
Á Fram-liðnum var tað serliga Rúna Weihe, ein legði til merkis. Hann var nógv tann besti áleyparin, og verjuparturin sveik heldur ikki. Tað er spell, at føroya fólk ikki kann síggja hann á vøllinum í steypafinaluni komandi leygardag. Uttan mun til, um tað vóru ein ella tveir blokkar frammanfyri, so slóg hann flestu bóltarnar beinleiðis í gólvið.
Dysturin leygardagin var eisini ein av teimum fáu dystunum, har Fram hevur fingið nyttu av sínum longu monnum; ein dagur har blokkurin í flestu førum var á røttum stað.
Fleyr-liðið harafturímóti, var ikki til at kenna aftur frá seinasta vikuskifti, men teir kunnu leika betri flogbólt enn teir gjørdu sunnudagin.
Men samanumtikið ein uppiborðin sigur til Fram upp á 3-0.