Tað verður Fram úr 2. deild, sum skal spæla móti KÍ í øðrum umfari av kappingini um Løgmanssteypið. Hetta var greitt, eftir tryggan 3-0 sigur á niðari vølli í Gundadali í dag móti Undrinum. Helgi L. Petersen, sum í hesum kappingarárinum spælur við Fram, var tvær ferðir á blettinum, meðan Jørgen Meitilberg staðfesti sigurin. Øll málini komu í fyrra hálvleiki.
Tað stóð nógv á úti á Argjum. Neyðugt var við umdysti, áðrenn tað var greitt, hvør skuldi víðari í annað umfar. Hóast MB var meira á bóltinum, so smæddist NÍF ikki burtur. Esmar Fagraberg legði gestirnar úr Miðvági á odda, men áðrennn hvíldina javnaði Bjartur Dam fyri heimaliðið. Poul Poulsen skoraði til 2-1 í seinna hálvleiki, men ikki gekk long tíð til nólsoyingar aftur høvdu javnað. Málskjútti var Leiv Krossteig. Í seinastu minuttunum av vanligu leiktíðini fingu nólsoyingar ein mann útvístan.
Í síðstu sekundunum av longdu leiktíðini syrgdi Poul Poulsen, við máli til 3-2, fyri, at MB skal víðari í annað umfar. Har bíðar TB teimum.
Dystirnir í 1. umfari:
Fram - Undri FF 3-0 (3-0)
1-0: Helgi L. Petersen
2-0: Helgi L. Petersen
3-0: Jørgen Meitilberg
NÍF - MB 2-3 (1-1)
0-1: Esmar Fagraberg
1-1: Bjartur Dam
1-2: Poul Poulsen
2-2: Leiv Krossteig
2-2 eftir vanligu leiktíð
2-3: Poul Poulsen









