Framúr vánalig byrjan

Nógv ringasta framførslan fríggjakvøldið á AME-Føroyar og eisini ringasta framførslan alt vikuskiftið, var fyrsta framførslan, ið sviin Jonas Molinder stóð fyri. Nógv ringastu framførsluna fríggjakvøldið á AME-Føroyar og eisini øllum vikuskiftinum stóð sviin Jonas Molinder fyri.

 

Fyrrverandi oddamaðurin í Molinder Band royndi seg sum einstaklingur. Hann hevði sjálvur søkt stuðul til ferðina og tikið stig til at koma hendan vegin.

 

Tónleikaútflutningsráðini í hinum norðurlondunum høvdu valt luttakararnar. Men Svøríki hevði ongan áhuga í at senda nakran bólk til Føroyar. So tá Molinder, ið kennir Brand Enni, setti seg í samband við fyrireikararnar, var hildið, at betur var við onkrum umboði fyri Svøríki enn ongum.

 

Tað var tað ikki!

 

Framførslan var út av lagi vánalig. Molinder spældi hampuliga væl á klaver og gittar, men songrøddin var lítið sannførandi. Løgini vóru hvørki fangandi ella áhugaverd, og ensku tekstirnir vóru heldur hjálparleysir. Hann tyktist eisini ótryggur á pallinum. Hetta eru undrunarvert, tí talan er ikki um ein óroyndan mann, Molinder gevur í næstum sína fjórðu fløgu út. Molinder var ein ring byrjan á sýnisglugga tiltakið.