Framúr væl nøgdur

- Hetta má vera eitt tað mesta, ið ber til at selja uppá so stutta tíð. Tað sigur ein væl nøgdur Aksel Haraldsen, stjóri á Televarpinum, ið fekk 200 nýggjar kundar, tveir teir fyrstu tímarnar fríggjamorgunum.

Stjórin á Televarpinum sigur, at tey sum er hava 3000 móttakarar á goymslu. Harumframt kemur ein sending í næstu viku, og ein í aðruviku, so tilsamans fara tey at hava 5000 móttakarar klárar áðrenn jól.
- Vit vita, at umleið 6.700 fólk hava sæð Rás Tórshavn, og hesi eru so okkara marknaður í fyrstu atløgu. Men vit vita, at nú Rás Tórshavn hevur sløkt, skulu nógv gera upp við seg sjálvi, um tey ynskja at gjalda fyri at síggja útlendskar sjónvarpsrásir. Men vit hava so bundið okkum til at geva øllum, ið hava sæð Rás Tórshavn, henda møguleika, sigur Aksel Haraldsen.
Eftir nýggjár fer Televarpið at seta útgerð upp, so rásirnar eisini kunnu síggjast í stórum pørtum av Eysturoynni og í Klaksvík. Aksel Haraldsen sigur, at talan er um nýggja tøkni, og tí má Televarpið í næstum gera nakrar royndir, áðrenn sendinetið verður víðkað.