Framúr gott málmansavrik hjá 20 ára gamla Tórði (FM1)

(FM1) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við 20 ára gamla málverjan, Tórð Skorheim Guttesen

Bert 20 ára gamli Tórður Skorheim Guttesen framdi eitt framúr gott málmansavrik í dystinum ímóti Grønlandi í høllini á Hálsi í kvøld, tá Føroyar vunnu 37-22 (18-11) á Grønlandi. Ferð aftaná ferð diskaði ungi málmaðurin upp við framúr góðum bjargingum.

 

Tórður Skorheim Guttesen hevur fingið sítt gjøgnumbrot við Kyndli í Okkaradeildini, og hann viðgongur, at tað hevur gingið skjótt og væl hetta kappingarárið við góðum avriki hjá Kyndli, og nú við landsliðnum.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Tórð Skorheim Guttesen aftaná dystin ímóti Grønlandi.

 

Nú ætlar Tórður Skorheim Guttesen sær enn ein sigur ímóti Grønlandi í Vestmanna í morgin klokkan 17. Sjúrður H. Hoydal sigur frá dystinum á FM1, ið øll hoyra á www.midlar.fo.