LANDSLIÐIÐ
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Kiev, Ukraina: Tað má hava verið ein undarlig kensla, Jógvan Martin Olsen, landsliðsvenjari, hevði eftir dystin í gjár. Enn eitt stórtap til hansara lið, men hesaferð er lítið og einki at seta fingur á.
– Innsatsurin var framúr. Vit kempaðu og fightaðu, men tað var power-play frá teirru frá byrjan til enda. Trýstið vit upplivdu í dag virkaði munandi størri enn leygardagin, og eg minnist ikki, at vit nakrantíð hava verið undir so stórum trýsti allan dystin.
Jógvan Martin Olsen ásannar, at 5-0 er øgiliga nógv at tapa, men kortini hevur hann rósur at bera verjuni:
– Hon stóð stak væl, og skal eg taka nakran framum, so haldi eg ikki Jón Rói hevur spælt betur enn tað sama á landsliðnum.
Spurdur um dysturin í gjár hevði sæð øðrvísi út, um vut fingu eitt mál, svarar venjarin, at tað heilt víst hevði verið ein orku innspræning.
– Men trýstið á okkum minkaði ongantíð. Tí tóku vit eisini Rógva Jacobsen aftur á miðvøllin. Tað stabiliseraði aftureftir, men samstundis mistu vit í framrættaða partinum, segði Jógvan Martin Olsen, stutt eftir dystin í gjár.
Mynd: Jógvan Martin Olsen
John Petersen og Jógvan Martin Olsen á síðulinjuni í gjárkvøldið
Mynd: Rólant Waag Dam










