Framúr góð gýtingartøl fyri tosk og upsa

"Knallgode gytetall".
Soleiðis siga norðmenn um gýtingina hjá toski og upsa norðanfyri. Men líka so góð, sum tíðindini eru um toskin og upsan, eru tey tilsvarandi vánalig um sildina. Norðmenn hava nevniliga ikki sæð eina verri gýting hjá sildini síðan 1987.
- Minkingin er dramatisk, siga norðmenn


Gýting

Norðmenn eru væl nøgdir við gýtingina í ár, bæði hjá toski og upsa. Yvirskriftir sum "knallgode gytetall" eru at síggja í norskum bløðum.
Væleydnað

- Vit hava ongantíð sæð so nógvan toskayngul síðan 1992, og haraftrat kemur, at larvurnar eru fyrr klaktar í ár enn vanligt.
  Petter Fossum, sum starvast hjá norska Havgranskingarstovninum, ávarar tó ímóti at brúka hesi tølini "blint", sum hann tekur til.
  - Hjá okkum granskarum eru tølini í fyrsta lagi áhugaverd við atliti til útrokningar av gýtingarstovninum hjá toski. Tølini siga okkum, at gýtingin er væl eydnað. Tó gongur tað ikki altíð, sum roknað verður við. Onkuntíð hendir tað øvuta.

Upsin

Petter sigur, at gýtingin hjá upsanum hevur eisini verið óvanliga góð í vár.
  - Líkt er til, at gýtingin er tvífalt so stór í ár sum seinasta ár, 4-5 ferðir størri enn í 2001 og 500 ferðir størri enn í 1997!
  Størsti parturin av upsaynglinum er at síggja norðanfyri, og størst hevur talið verið á Vesterål-bankanum. Vanliga er mest at síggja á Halten-bankanum. Bert 2,8% av upsaynglinum er funnin sunnanfyri 62 stig. Síðan ár 2000 hevur yngulin sunnanfyri verið skiftandi, úr 17,7% upp í 66,8% av samlaðu nøgdini.
  Petter sigur, at tað sama er galdandi fyri upsan sum fyri toskin.
  - Eitt stórt tal av ynguli merkir ikki neyðturviliga, at gýtingarstovnurin verður tilsvarandi stórur um eini 5-7 ár. Men larvurnar siga okkum, at tað er eitt "potentiali" í stovninum.

Sildin

Men líka so góð, sum tíðindini eru um toskin og upsan norðanfyri, eru tey tilsvarandi vánalig um sildina.
  Norðmenn hava nevniliga ikki sæð eina verri gýting síðan 1987.
  Afturgongdin í gýtingini hjá sildini er dramatisk árini 2002 til 2003, úr 27.100 miljardum ynguli niður í 3.680 miljardir yngul.