Leygardagin og sunnudagin var spælt í meistaradeildunum í flogbólti. Hetta vóru fyrstu dystirnir í nýggja kappingarárinum.
Bæði hjá monnum og hjá kvinnum skuldu fýra dystir spælast um vikuskiftið.
Leygardagin vóru tveir mansdystir á Kambsdali, og har mátti heimaliðið, ÍF, lúta í báðum førðum. ÍFa spældi móti meistaraliðnum Fram, og Fram vann 3-0. Mjølnir vann 3-0 á ÍFb.
Sunnudagin vann Fram aftur 3-0, tá ÍFb var á vitjan í Havn, og dysturin millum Fleyr og Nøvuna varð útsettur.
Hjá kvinnum legði TB bragdliga fyri. Leygardagin spældu tær ímóti ÍF og vunnu 3-0. Sunnudagin fingu tær vitjan av Drátti og tá vunnu tær 3-1.
TB hevur seinnu árini havt sera góð lið í yngru gentudeildunum, og tað eru nógv sum vænta, at liðið í meistaradeildini fer at gera um seg í ár.
Leygardagin vann Mjølnir A 3-1 á Drátti og sunnudagin vann Fleyr 3-0 á Mjølnir B.