Fram og Mjølnir vunnu bestu deildirnar

Flogbóltur: Tað vóru vertirnir úr Mjølnir, sum gjørdu besta hálið í kappingini í Klaksvík um vikuskiftið. Teir vunnu tríggjar av seks kappingum, harímillum bestu deildina hjá kvinnum

Mjølnir hevði boðið øllum flogbóltssinnaðum til Klaksvíkar um vikuskiftið at vera við í árligu kappingini fyri vaksin. Áhugin var stórur og ikki færri enn 71 lið høvdu meldað til og tað minnir ikki sørt um teir góðu gomlu dagarnar, tá hvør maður fór av húsi at verða við í teim ymsu flogbóltskappingunum kring landið.

Spælt varð soleiðis, at innleiðandi umfarið og semifinalurnar vórðu leiktar leygardagin, meðan finalurnar vórðu leiktar sunnudagin. Allar deildir vóru umboðaðar og tað vil siga at tað sunnudagin vóru leiktar seks finalur.

Tað kann ikki sigast, at vertirnir vóru serliga gestablíðir, tí teir gjørdu ikki mætari enn at vinna helmingin av kappingini. Mjølnir streyk avstað við sigrunum í meistaradeildini hjá kvinnum, fyrstu deild hjá monnum og fyrstu deild hjá kvinnum.

Fyri at eingin misskiljing skal verða í, so skulu klaksvíkingar eiga tað, at teir í allar aðrar mátar eru serstakliga gestablíðir.


Spennandi kvinnufinala

Kappingin í meistaradeildini hjá kvinnum lagaði seg soleiðis, at tað vóru liðini, sum í landskappingini liggja nummar eitt og tvey, sum hittust í finaluni. Mjølnir er nærum sjálvskrivað til allar finalur, meðan Fleyr hevur tikið annað skinn um bak, síðani Niclas Joensen yvirtók venjarapískin.

Tað var tó væntandi, at hetta fór at verða ein skjótt avgreitt finala, av tí at Mjølnir hava verið so suverenar í ár, men so var ikki.

Fyrsta sett byrjaði annars við, at Mjølnir legði seg greitt á odda, men tað vildu havnakvinnur ikki hava sitandi á sær. Tá støðan var 8-5 til Mjølnir tóku tær seg um reiggj og fóru beina leið upp á 12-8. Nú sá út til at fara at eydnast hjá Fleyr, men so steðgaði alt upp aftur og Mjølnir vann settið 15-12. Tað vil siga, at Mjølnir fekk sjey stig uttan at Fleyr fekk nakað og tað var Marjun Kalsø, sum servaði tey øll somul.

Úr Klaksvík frætta vit, at munurin á liðunum var, at Fleyr gjørdi ov nógvar villur, meðan Mjølnir hevði meira støðugt spæl.

Seinna settið í finaluni gekk meira eftir tabellini, um vit kunnu siga tað so. Mjølnir vann hetta settið 15-8 og sostatt finaluna 2-0.


Aftur Fram og ÍFa

Manskappingin háttaði seg soleiðis, at tað vóru ÍF a og Fram, sum hittust í finaluni sunnudagin. ÍF a, sum liggur klárt á oodda í landskappingini var mett at verða favorittu til sigurin, men eins og tað hendi við Fleyrkappingina í Havn, so var tað aftur hesaferð Fram, sum var omaná tá til stykkis kom.

Í fyrsta settið var tað Fram, sum kom best frá byrjan. Fuglfirðingar fingu ikki rættuliga glið á sítt spæl fyrr ennn ov seint var, og tað merkti at teir einki kundu gera ímóti at Fram vann fyrsta sett. Úrslitið var 15-10.

Í øðrum setti komu fuglfirðingar aftur í aftur, og nú gekk javnari á. Hvørki av liðunum slapp ?nakran veg? og tey fylgdust uppeftir.

Men móti endanum av settinum fingu fuglfirðingar yvirvág og teir hálaðu settið heim við einum 15-11 sigrið. Hóast munurin í hesum settinum var á leið tann sami, sum í fyrsta setti, so var spælið nógv javnari. Yvirvágin hjá Fram var nógv størri í fyrsta setti og tí var spenningurin, um hvør fór at standa seg betri í triðja setti, stórur.

Og var tað javnt í øðrum setti, so var tað upp aftur javnari í triðja. Liðini fylgdust allan vegin upp eftir eins og í settinum frammanundan. Einki av liðunum fekk leikliga yvirvág, og spenningurin var sera stórur. Men tá avtornaði var tað, eins og í Havn í november, Fram, sum hevði knógvað sær sigurin heim við einum 15-13 sigri í seinasta settinum.

Hjá besta mansliðnum hjá Mjølni var kappingin eitt stórt vónbrot. Teir komu ikki víðari úr innleiðandi umfarinum har teir vóru bólkaðir saman við Fleyr og íF b. Teir gjørdu nevniliga ikki mætari enn at tapa báðar dystirnar 2-0.

Hjá Fleyr má tað eisini metast verað eitt vónbrot, at teir ikki rukku finaluna. Teir liggja nummar tvey í kappingini og tað var væntandi, at teir fóru at knógva segí gjøgnum hesaferð. Men eins og í Havn, so var tað aftur hesaferð Fram, sum steðgaði teimum, og ftað sigur eitt sindur um hvussu lítil munur er á liðunum í toppinum av føroyskum mansflogbólti.


Klaksvíkingar vunnu fyrstu deild

At tað búgva góðri flogbóltsleikarar í Klaksvík hevur ongantíð verið nøkur loyna. Hetta prógvaðu klaksvíkingarnir við at seta seg á fyrstu deild bæði hjá monnum og kvinnum.

Finalan hjá monnum var millum Fleyr b og Mjølnir b og her gjørdu klaksvíkingarnir ikki mætari enn atvinna 2-1.

Hjá kvinnum spældu klaksvíkingar móti sørvágskvinnum. Sørvágskvinnur hava fyrr í hesum kappingarári víst, at tað er dugur í teimum, men tað var bara ikki nóg mikið móti Mjølnir sunnudagin. Klaskvíkskvinnur vunnu finaluna 2-0.

Í aðru deild hjá kvinnum vóru tað kvinnurnar av Fossanesi, sum stóðu seg best. Tær spældu seg í finaluna, har tær stóðu yvirav strandakvinnum, sum manga ferðir hava verið drúgvar í flogbóltskappingum. Men sunnudagin vísti Fossanes, at tað sum Mjølnir ikki megnaði at halda eystanfyri Leirvískfjørð, tað megnaðu tær. tær vunnu finaludystin móti StÍF 2-0.

Tvørámenn vunnu finaludystin móti Nøvuni í aðru deild hjá monnum við tveimum settum móti ongum.