Fram og ÍF enn ósigrað

Fram og ÍF hava enn vunnið allar sínar dystir í mansdeildini. ÍF hevur tríggjar sigrar, meðan Fram hevur tveir. SÍ fekk sín fyrsta sigur í vikuskiftinum, tá teir vunnu trygt á Nøvuni, sum enn ikki hevur vunnið eitt sett í bestu mansdeildini.

ÍF og Fram stevna beint ímóti fremstu plássunum í meistaradeildini hjá monnum. Eftir dystirnar í vikuskiftinum eru hesi bæði lið framhaldandi ósigrað. ÍF hevur nú tríggjar sigrar eftir ein sannførandi sigur á Fleyr í gjárkvøldið, meðan Fram eisini vann ímóti Fleyr í sínum dysti hetta vikuskiftið.
SÍ tykist vera komið í gongd, tá teir vunnu sín fyrsta dyst fríggjakvøldið. Mótstøðuliðið var Nøvan, sum ikki hevur víst serliga styrki seinasta árið. Sigurin hjá sørvingum var eisini sera sannførandi.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$SÍ kom í gongd
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ 
Fríggjakvøldið vóru tveir dystir á skránni í meistaradeildini hjá monnum. Fyrri dysturin var í Sørvági, har SÍ tók ímóti Nøvuni.
Her var ongantíð nakar ivi um, hvat var betra liðið. SÍ hevur ikki havt eitt gott kappingarár higartil í ár. Teir taptu sínar fyrstu tveir dystir, so nú høvdu teir veruliga brúk fyri einum sigri. Hetta gjørdist heldur ikki tann stóri trupulleikin ímóti einum veikum Nøvu-liðið.
Fyrsta settið vunnu sørvingar trygt 25-12, og henda gongdin helt sær at kalla allan dystin. Í øðrum setti vunu teir aftur stórt, tá úrslitið gjørdist 25-13. Somu lagnu fingu menninir Nøvu-leikararnir í triðja setti, tá teir aftur máttu lúta 25-13 fyri einum vælleikandi SÍ-liðið.
Í hinum dystinum tók ÍF ímóti Mjølnir í einum dysti, sum á pappírinum sá sera spennandi út. Mjølnir fekk betru byrjanina, tá teir vunnu fyrsta sett tepurt 24-26. Í øðrum setti var alt vent á høvdið. ÍF’arnir vundu burturúr Mjølni, og úrslitið hetta settið gjørdist 25-14 til fuglfirðingarnar. So svaraðu klaksvíkingarnir aftur. Í triðja setti vunnu teir tryggan 19-25 sigur á ÍF.
Hvat hendi eftir tey fyrstu trý settini er ilt at meta um. Men eftir hetta stóð ÍF á øllum. Teir hølvaðu Mjølnir av í fjórða setti, 25-16, og í fimta og avgerandi settinum fingu klaksvíkingarnir aftur bank. Hetta settið vann ÍF 15-5, og sostatt vóru teir enn ósigraðir í bestu deildini.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Fram næsta sigur á rað
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ 
Leygardagin var aftur ein dystur á skránni í meistaradeildini hjá monnum, tá bæði havnarfeløgini brustu saman. Áðrenn henda dystin vóru bæði liðini ósigrað, men henda dagin var Fram sterkari enn Fleyr.
Fyrsta settið vunnu teir 19-25, men leikararnir hjá Fleyr svaraðu skjótt aftur. Teir vunnu annað sett 25-20, og so var dysturin aftur púra opin. Eftir hetta var Fram tó ov sterkt fyri Fleyr, og teir vunnu síðstu tvey settini trygt. Triðja sett endaði 21-25, meðan fjórða og síðsta sett endaði við stórsigri til Fram. Úrslitið var 14-25.
Sostatt mátti Fleyr taka til takkar við sínum fyrsta tapi, meðan Fram nú hevur vunnið sínar fyrstu tveir dystir.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ÍF í hopla
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ 
Eftir dystirnar um vikuskiftið høvdu Fram og ÍF lagt seg á odda í meistaradeildini hjá monnum. Tey vóru bæði ósigrað eftir tveir dystir, meðan Fleyr, Mjølnir og SÍ høvdu tvey stig.
Í gjárkvøldið skuldi ÍF so enn einaferð í dyst, tá teir tóku ímóti Fleyr á Kambsdali. Hesin dysturin var ikki serliga væl spældur. Nógvir tekniskir feilir vóru í dystinum, samstundis sum leikferðin væl kundi verið hægri.
ÍF var tó betra liðið at kalla allan dystin, og teir vunnu eisini ein tryggan sigur. Fleyr kom tó betri í gongd, tá teir vunnu fyrsta sett 23-25. Men so tók ÍF yvir, og teir vunnu næstu trý settini trygt. Annað sett endaði 25-17, triðja sett 25-21 og fjórða sett 25-19.
Vit frætta úr Fuglafirði, at sigurin var fult uppiborin, men at dysturin ikki var serliga góður.
Eftir dystirnar í vikuskiftinum er ÍF á odda við fullum stigatali. Fram hevur eisini fult stigatal, men teir hava spælt ein dyst færri enn hini liðini. Sum gongdin hevur verið hesar dystirnar, so er nógv sum bendir á, at ÍF og Fram fara at berjast um fremstu plássini. Tað er tó lítil ivi um, at onur lið eisini fara at blanda seg í oddin, men hesi liðini mugu fáa fleiri stig á stigatalvuna, um hetta skal lata seg gera.