Fram-NSÍ avgjørt í dag

Kappingarnevndin hjá FSF skal eftir døgurða í dag taka avgerð um, hvussu verður við kærumálinum í dystinum millum Fram og NÍF. Her hava báðir partar kært hvønn annan fyri nýtslu av ikki-skrásettum spælarum, og tí er spurningurin, hvør teirra skal til Klaksvíkar í morgin.
Feløgini høvdu svarfreist upp á kæruna til í gjár, og tí ber ikki til hjá Kappipngarnevndini at avgreiða málið fyrr enn í dag.