Fram longri frá bjargingini

Føroyska felagi_ í íslendska høvu_ssta_num tapti enn eina fer_, og tá i_ ein av kappingarneytunum samstundis fekk fulla úrtøku sær ta_ rættuliga svart út

Ta_ hevur ikki sæ_ naka_ serligt út hjá Fram, og nú teir um vikuskifti_ hava veri_ í eldinum fyri ellintu fer_ í landskappingini, er stø_an uppaftur verri.
Fró_i Benjaminsen, Hans Fró_i Hansen og li_felagarnir høvdu sunnudagin vitjan av ÍBV úr Vestmannaoyggjunum. Gestirnir fóru avsta_ vi_ øllum trimum stigunum. ÍBV vann 2-1, eftir at teir í ste_ginum høvdu veri_ á odda 2-0. Teir skora_u fyrra máli_ í 2. minutti, og dygst undan ste_ginum øktu teir vi_ brotssparki.
Rikhar_ur Da_ason minka_i um munin mi_skei_is í seinna umfarinum. Men ta_ eydna_ist ikki Fram at fáa fleiri mál. Úrsliti_ hev_i vi_ sær, at ÍBV flutti fram á næstfremsta plássi_. Fram fekk einki burturúr, teir eru aftast, og ta_ sær ikki væl út.
Stø_an gjørdist uppaftur verri hjá Fram av, at tri_i aftasta li_i_, sum er á plássinum, i_ er ta_ sí_sta, sum ber rætt at halda fram í deildini, fekk fulla úrtøku. Talan er um Víking, sum var á Akureyri, har teir vunnu 2-0. Harvi_ fekk Víkingur KA aftur, og nú eru hesi bæ_i feløgini li_ um li_ vi_ fjúrtan stigum.
Fram hevur sjey stig, og Grindavík hevur tíggju stig. Grindavík skuldi spæla á heimavølli í gjárkvøldi_. Teir skuldu fáa vitjan av ÍA og Juliani Johnsson. Um tey eydna_ist Juliani og teimum í gjárkvøldi_ at fáa fulla úrtøku, so fluttu teir fram á næstfremsta plássi_.
Oddali_i_ eitur framvegis Fylkir. Teir skuldu í gjárkvøldi_ spæla í ellinta umfarinum á Hafnafir_i ímóti FH, sum eftir tíggjunda umfari_ var nummar tvey og sunnudagin misti plássi_ - fyribils í hvussu so er - til ÍBV.
Sum vit á_ur hava sagt, so hevur Fram fyri stuttum skift venjaran út. Í royndini at styrkja um li_i_ til sjey teir sí_stu landskappingardystirnar, gjørdu teir sunnudagin avtalu vi_ danska álopspælaran Martin Beck Andersen. Fyrsta fer_in, hann fer at fáa møguleika at royna seg á li_num hjá Fró_a Benjaminsen og Hans Fró_a Hansen ver_ur, tá i_ teir skulu spæla á útivølli ímóti Juliani Johnsson og ÍA.