Fram kann leggja seg á odda

Fram kann við sigri leggja seg á odda í meistaradeildini saman við ÍF, meðan Nøvan enn roynir at vinna sítt fyrsta sett í meistaradeildini

FLOGBÓLTUR

ÍF og Fram eru einastu ósigraðu liðini í meistaradeildini hjá monnum. Munurin á liðunum er bara tann, at ÍF hevur leikt tríggjar dystir, meðan Fram bert hevur leikt tveir.
Mikukvøldið er aftur ein dystur á skránni í meistaradeildini hjá monnum, tá Fram tekur ímóti botnliðnum Nøvuni. Fram hevur vunnið báðar sínar dystir í ár, og tí mugu teir metast sum stórfavorittar ímóti Nøvuni. Nøvan hevur enn ikki vunnið eitt sett í bestu deildini, eftir at teir í fjør gjørdust partur av meistaradeildini hjá monnum. Teirra fyrsta mál í ár er at vinna eitt sett, og tí er ólíkt, at teir kunnu gera nakað við Fram í kvøld.
Við einum sigri kann Fram leggja seg undir liðuna á ÍF í oddinum, og um ella tá hetta hendir, so eru heili fýra stig niður til nummar trý í deildini.
Dysturin millum Fram og Nøvuna er í Hoyvíkshøllini, og hann byrjar kl. 19.00 í kvøld.