- Tað hevur verið arbeitt við ætlanini leingi, og nú verður navnið avtikið.
Fróði Danielsen, formaður í Fram, staðfesti fyri Kringvarpinum í kvøld, at felagið í komandi kappingarári fer at spæla undir navninum FC Hoyvík. Ætlanin er seinni at flyta til Hoyvíkar, tí pláss er ikki fyri teimum í Gundadali.
- Hoyvíkin veksur í stórum, og vónandi fáa vit ein góðkendan vøll har skjótt. Við nýggja navninum vilja við fegnir staðfesta, at felagið skal takast í álvara, sigur Fróði Danielsen.
FC Hoyvík skal í komandi kappingarári spæla í næstbestu deildini.