Frálík byrjan á Dungasandi

Í alt gjárkvøldið hugnaðu gestirnir sær til country & blues festivalin í Sørvági

Hópur av fólki leitaði sær í góðveðrinum í gjár til Sørvágs, har country & blues festivalurin er hetta vikuskiftið.

 

Og illa ber til at siga annað enn, at fólk hava hugnað sær. Birgir Waag Høgnesen er ein av mongu festivalgestunum, og hann sigur lagið á teimum vitjandi vera av tí allarbesta.

 

Myndir frá festivalinum síggjar HER

 

- Fólk hugnaðu sær á kamping-økinum, og tey hugnaðu sær so sanniliga eisini til mongu framførslurnar. Ikki minst vóru nógv fólk, tá Rannvá Vesturklett var á palli fyrr í gjárkvøldið, og tey vóru eisini mong, sum leitaðu sær til Sámal Ravnsfjall, sigur Birgir.

 

Og festivalurin heldur sjálvandi fram í dag, tá bæði føroysk og útlendsk nøvn fara á pallin.