Franska stjórnin vil hava eitt altjóða rættarmál ímóti leiðsluni í Sýrialandi. Tað sigur franski uttanríkisráðharrin, Alain Juppé, sum er á ES-ráðharrafundi í Bruxelles. Juppé sigur, at hann fer at leggja málið fyri Altjóða Mannarættindaráðið, sum heldur til í Geneve.
Forsætisráðharrin í Qatar, Sheikh Hamad bin Jassim Al-Thani, heldur hinvegin, at lond eiga at senda uppreistrarmonnunum í Sýrialandi vápn til bardagan ímóti stýrinum hjá Bashar al-Assad, forseta.
-Vit eiga at gera tað, sum er neyðugt fyri at hjálpa teimum. Eitt hugskot er at lata teimum vápn, so teir kunnu verja seg, sigur forsætisráðharrin, sum er á almennari vitjan í Noregi. Hann vísti á, at uppreisturin í Sýrialandi hevur vart eitt ár nú, og at tíðin er komin til at geva uppreistrarmonnunum vápn.
Mett verður, at uppreisturin í Sýrialandi hevur kravt umleið 7.600 mannalív.