Franska fótbóltssambandið hevur boðið Raymond Domenech at halda fram sum landsliðsvenjari. Domenech megnaði at fáa Frakland í finaluna í HM, hóast avrikini á liðini til endaspælini ikki vóru so sannførandi. Nú stendur Frakland frammanfyri einum ættarliðsskifti, tí Frakland hevði elsta landsliðið í HM. Nevndin í franska fótbóltssambandinum var samd um at bjóða Domenech ein nýggjan sáttmála, men avgerðin um hetta fellir ikki fyrr enn í næsta mánaði. Frakland er aftur í næstu undankapping í bólki saman við Føroyum, og Frakland kemur hendan vegin at spæla næsta ár.