EM: Frakland vann metstóran undankappingarsigur

Frakland bankaði Gibraltar 14-0 á heimavølli. Tað er størsti undankappingarsigur í evropeiskum fótbólti nakrantíð

Eitt 17 ára gamalt evropeiskt met fall í kvøld.

 

Fyri 17 árum síðani vann Týskland 13-0 á San Marino á útivølli í Serravalle. 

 

Í kvøld hevur Frakland sligið tað metið við einum knúsandi 14-0 stórsigri á Gibraltar á heimavølli í undankappingarbólki B. 

 

Frakland var á odda 7-0 í steðginum. Longu tá 16 minuttir vóru farnir var støðan 3-0, og tað gjørdi ikki arbeiðssetningin lættari hjá Gibraltar, at Ethan Santos var útvístir longu í 18. minutt

 

Talið av málroyndum vísti 36-0 til Frakland. Talið av málroyndum innanfyri málrammurnar vísti 20-0 til Frakland.

 

Hagtølini fyri væntað mál (expected goals) var 6,59 til Frakland og 0,00 til Gibraltar.

 

##med2##

 

Í sama bólki vunnu Niðurlond 1-0 á Írlandi á heimavølli. Sigurin tryggjaði Niðurlondum pláss í EM-endaspælinum í Týsklandi komandi summar. 

 

Støðan í bólki B:

 

1. Frakland 7  27-1  21 stig

 

2. Niðurlond 7  11-7  15 stig

 

--------------------------------

 

3. Grikkaland 7  12-6  12 stig

 

4. Írland 8  9-10  6 stig

 

5. Gibraltar 7  0-35  0 stig

 

Týskvøldið klokkan 19.45 tekur Gibraltar móti Niðurlondum á heimavølli. Somu klokkutíð tekur Grikkaland mót Fraklandi á heimavølli.