Frakland vísti klassan í seinna hálvleiki

Fraklendingar settu fulla skrúvu á í seinna hálvleiki, og teir vunnu ein tryggan 36-28 sigur á Íslandi.

 

Ísland var annars væl við í fyrra hálvleiki. Bjørgvin Gustavsson bjargaði líka nógvum royndum, sum franski málverjin, Thierry Omeyer. Men tíðliga í seinna hálvleiki kom Frakland á odda við átta málum, og tá gjørdist brekkan sera brøtt hjá íslendingum.

 

Nikola Karabatic vísti sannan klassa, tá hann setti 9 av 9 royndum í íslendska kassan, og tá 11 minuttir vóru eftir, kundi hann eykaleysur seta seg á beinkin, fyri at hvíla seg til finaluna, sum verður klokkan 16.30 í morgin.

 

Pólland og Kroatia spæla hina hálvfinaluna klokkan 15.30, men óannsæð hvør av teimum kemur í finaluna, so verður Frakland stórfavorittur.

 

Ísland spælir bronsudyst í morgin klokkan 14.

So íslendingar hava nógv at spæla fyri.

 

Íslendsku málskjúttarnir við skotroyndum í klombrum: Aron Pálmarsson 6 (9), Snorri Steinn Guðjónsson 5/2 (5/2), Guðjón Valur Sigurðsson 5 (9), Arnór Atlason 5 (10), Alexander Petersson 3 (5), Ólafur Stefánsson 2 (10), Róbert Gunnarsson 1 (1), Vignir Svavarsson 1 (2).

 

Fronsku málskjúttarnir skotroyndum í klombrum: Nikola Karabatic 9 (9), Guillaume Joli 6/6 (7/7), Michael Guigou 6 (10), Guillaume Gille 4 (5), Cedric Sorhaindo 3 (3), Luc Abalo 3 (5), Franck Junillon 2 (2), Daniel Narcisse 2 (6), Jerome Fernandez 1 (2), Sebastien Bosquet (1)

 

Bjørgvin Gustavsson bjargaði 31 prosent av málroyndunum hjá Fraklandi, meðan Thierry Omeyer bjargaði 36 prosent av málroyndunum hjá Íslandi.