Núverandi liðfelagin hjá Gunnari Nielsen og fyrrverandi liðfelagin hjá Inga Højsted í Arsenal, Patrick Vieira, hevur umboða franska landsliðið 107 ferðir. 33-ára gamli Vieira var við í HM hópinum í 1998, sum vann HM á heimavølli. Í summar skifti hann til Manchester City eftir at hann hevði fingið at vita frá Jose Mourinho, at tað ikki var brúk fyri honum í Inter Milan.
Arsenal eigur fýra av leikarunum í franska HM hópinum, men Samir Nasri er ikki ein av teimum. Hann hevur annars verið fastur maður á Arsenal liðnum í alt ár. Heldur ikki Karim Benzema, ið skifti til Real Madrid frá Lyon í summar er í hópinum.
Grundhópurin hjá Raymond Domenech er:
Málmenn: Cedric Carrasso (Bordeaux), Mickael Landreau (Lille), Hugo Lloris (Lyon), Steve Mandanda (Marseille)
Verjuleikarar: Eric Abidal (Barcelona), Gael Clichy (Arsenal), Patrice Evra (Manchester United), Rod Fanni (Rennes), William Gallas (Arsenal), Marc Planus (Bordeaux), Adil Rami (Lille), Anthony Reveillere (Lyon), Bacary Sagna (Arsenal), Sebastien Squillaci (Sevilla)
Miðvallarar: Abou Diaby (Arsenal), Alou Diarra (Bordeaux), Lassana Diarra (Real Madrid), Yoann Gourcuff (Bordeaux), Yann M´Vila (Rennes), Florent Malouda (Chelsea), Jeremy Toulalan (Lyon)
Framherjar: Nicolas Anelka (Chelsea), Hatem Ben Arfa (Marseille), Jimmy Briand (Rennes), Djibril Cisse (Panathinaikos), Andre-Pierre Gignac (Toulouse), Sidney Govou (Lyon), Thierry Henry (Barcelona), Franck Ribery (Bayern Munich), Mathieu Valbuena (Marseille).









