Fronsku heimsmeistarnir og olympisku meistarnir vunnu 24-22 á Týsklandi í millumbólki 2 í dag. Hálvleiksstøðan var 12-10 til Frakland. Eitt skiftið var Frakland á odda við sjey málum, og tað stóð á gomlum nøglum ímóti dystarenda, men einaferð vísti málverjin, Thierry Omeyer sítt virði við fleiri klassabjarginum.
Pólland vísti sera gott spæl ímóti Spania, tá póllendingar vunnu ein sannførandi 32-26 sigur á spaniumonnum. Pólland var á odda 13-9 í steðginum.
Pólland byrjaði dystin væl, og teir vóru alla tíðina frammanfyri ta heldur tama spanska liðið. Aftur í dag stóð Slawomir Szmal, sum ein livandi múrur í pólska málinum, og átti hann sín stóra lut í pólska sigrinum.
Kekkia stóð fyri sensasjónini í dag, tá teir vunnu 37-35 á Slovenia. Stórskjúttin, Filip Jicha var høvuðsorsøkin til kekkiska sigurin. Hann skeyt 12 mál í dystinum í dag.
Kekkia fór undan slovenum í fyrra hálvleiki, og í steðginum var Kekkia á odda heili 21-12. Petr Stochl í kekkiska málinum stóð eisini væl í málinum, og hann átti eisini sín stóra lut í sigrinum.
Slovenia ressaðist ikki, fyrr enn ímóti endanum av dystinum, men tá var klokkan farin undan teimum, og nærri komu teir ikki.
Støðan í millumbólki 2 :
Pólland 5 stig
Frakland 5 stig
Spania 3 stig
Kekkia 2 stig
Slovenia 2 stig
Týskland 1 stig
Týsdagin spælir Frakland ímóti Slovenia. Pólland spælir ímóti Kekkia, og Spania spælir ímóti Týsklandi.