Frakland og Týskland vóru hæddarpunktini

(Rás2) Hoyr hondbóltsviðmerkjaran, Claus Rasmussen taka samanum HM-avrikið hjá føroyska U21-landsliðnum

- Dystirnir ímóti Fraklandi og ímóti Týsklandi vóru hæddarpunktini, tað heldur ein avgjørdur Claus Rasmussen, sum er hondbóltsviðmerkjari.

 

Hann heldur, at dysturin í dag har Føroyar taptu 21-33 (11-19) ímóti Svøríki var eitt tekin um, at nú vilja spælarnir sleppa heim. Hann heldur, at tað er ikki líka motiverandi fyri spælararnar, sum fyri okkum onnur at spæla um eitt 15. pláss.

 

Claus Rasmussen slær fast, at nú ræður um at byggja uppá tað góðu HM-úrslitið, og byrjast má við teimum heilt ungu spælarunum.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði við Claus Rasmussen fyri einari løtu síðani.