Frakland og Týskland møguliga størri hóttan fyri mannaættina

Heimurin sat og bíðaði meðan Hitler, Stalin og Milosevic sluppu at útinna sínar ræðuleikar. Nú hevur verið bíðað eftir Saddam Hussein

Tað var ein løgin kensla at sita við, tá Føroya Løgting hevði avgreitt málið um at forða USA og Bretlandi at leypa á Irak, so búrkroppurin Saddam Hussein kundi verða rikin frá valdinum, og soleiðis ikki fremja fleiri vanlukkur. ? Lat tað verða sagt, at Føroyar fara ikki at gera tann stóra munin, men hetta sigur ikki so lítið principielt.
Uppskotið varð lagt fram av Sjálvstýrisflokkinum, Javnaðarflokkinum, Tjóðveldis-flokkinum og Sambandsflokkinum. - Tað snúði seg um, at einki skuldi gerast uttanum ST.
At Javnaðar- og Tjóðveldisflokkurin leggja tílíkt uppskot fram er ikki annað, enn ein kann vænta. Hetta er teirra politiski hugburður móti USA. Men at Sambandsflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin fóru í bát við hesum í tílíkum álvarsmáli, tykist ikki bert løgið, men helst eisini lítið umhugsað.

Bølmennini gjørdu um seg
Søgan endurtekur seg, men vit læra einki av henni, verður dagliga prógvað. Soleiðis eisini í hesum føri.
Fólkaflokkurin og Miðflokkurin saman við Gerhardi Lognberg atkvøddu ímóti uppskotinum, og grundgóvu fyri hesum. Heðin Mortensen og Henrik Old atkvøddu av eini ella aðrari "løgnari" orsøk blankt, eftir at formaður Javnaðarfloksins í síni røðu segði vísandi til Jógvan á Lakjuni, at "vit áttu at taka støðu, til tað vóru vit vald á ting".
Í røðu míni, tá málið var til aðru viðgerð á tingi, vísti eg á tær álvarsligu tíðir, tá heimurin sat stillur og bíðaði.
Heimurin bíðaði meðan eitt nú bølmenni Hitler slapp at gera av við tíggjutals milliónir óskyldugum fólkum! Meðan Stalin beindi fyri 25 milliónum, møguliga 40 ella sum seinastu tølini vísa 62 milliónum! Meðan ræðuligu lagnurnar, sum Milosevic m.a. syrgdi fyri, vórðu avgjørdar á Balkan!
Jú, heimurin sat og bíðaði! ? Nú var ætlanin at bíða eftir Saddam Hussein.

Vinstrafólkini mótmæltu USA
Meðan hendingarnar eftir krígslok fóru fram, gingu vinstrafólkini í Evropa mótmælis-gongur ímóti USA og hesi somu frøddust um, at illa gekst USA í Koreakrígnum, at teir fyri so vítt vórðu tveittir úr Vietnam, og m.a. at USA leið eitt svíðandi tap í Svínavíkini á Kuba seinast í fimtiárunum. ? Í hesum londum hevur gongdin nú ikki verið nakað at reypa av síðani.
Henda dagin, tá Suðurkorea beyð sær til at hjálpa við uppafturbyggingini av Irak. Hugsaði mangur: "Ja, her er munur á". Hóast Norður- og Suðurkorea eru sama fólkið við somu møguleikum, avger ideologiski munurin førleikan.

Hvørjum bíða ST og hesir føroysku flokkar eftir
Partar av ST, Javnaðarflokkurin og Tjóðveldisflokkurin, eisini Sjálvstýrisflokkurin og Sambandsflokkurin vilja sita og bíða, meðan hópoyðingarvápnini verða vard í Irak, meðan teimum verður loyvt at byggja sína kjarnorkubumbu, har teir við hesum vápnum bæði kunnu gera av við sínar egnu og grannarnar og ein hóttan fyri allan heimin.
Høvdu lond sum Frakland og Týskland tikið ábyrgd í hesum álvarsama leiki, og eitt samt ST fekst, hevði støðan í Irak helst verið ein heilt onnur ídag.
Eingin ivi er í, at hesi bæði lond við teirra ábyrgdarleysu støðutakan, kunnu gerast ein størri hóttan fyri mannaættina.