Tað verða Frakland og Svøríki, sum skulu spæla OL-finaluna í manshondbólti. Tað er greitt, eftir at Frakland í kvøld hevur vunnið 25-22 á Kroatia. Hálvleiksstøðan var 14-12 til fransmenn.
Frakland, sum er olympiskur meistari frá Beijing, spældi sera væl í kvøld, og serstakliga málverjin Thierry Omeyer (myndin) gjørdi sítt til, at Kroatia ongantíð fekk fótin fyri seg.
Sviar spældu seg í finaluna fyrr í dag við at vinna 27-26 á Ungarn.
Finalan verður sunnudagin, og hetta er fyrstu ferð í 11 ár, at fransmenn og sviar møtast í einari finalu.