Frakland: Føroyar eru eitt "eksotiskt" mótstøðulið

Franski høvuðsvenjarin, Yohann Delattre hevur stóra virðing fyri føroyska U21-landsliðnum

Klokkan 14 í morgin spæla Føroyar eina søguliga HM-áttandapartsfinalu ímóti hondbóltsrisanum, Fraklandi, sum í hesari øldini hevur verið tann fremsta hondbóltstjóðin í manshondbólti.

 

Um dystin ímóti Føroyum skrivar heimasíðan hjá franska hondbóltssambandinum: - Fyrsta plássið í bólki B gevur franska liðnum eitt "eksotiskt" mótstøðulið í áttandapartsfinaluni mikudagin, sum verður ímóti Føroyum. Talan verður um ein dyst ímóti einum landi, sum ikki hevur nógv meir enn 50.000 sálir. Góðu sigrarnir hjá Føroyum ímóti Suðurkorea og Chile hava gjørt tað møguligt hjá Føroyum at koma so langt í kappingini, skrivar heimasíðan hjá franska hondbóltssambandinum.  

 

Yohann Delattre, sum er høvuðsvenjari hjá franska U21-landsliðnum sigur um føroyska U21-landsliðið: - Talan er um eitt atypiskt mótstøðulið, tá vit hugsa um teirra søgu í altjóða hondbólti. Teir hava vunnið á Suðurkorea, sum var ein ógvuliga stór søga á heimspallinum. Føroyska liðið hevur áhugaverdar spælarar, sum spæla í andanum av norðurlendskum og týskum hondbólti. Summir av føroysku spælararunum spæla eisini í Danmark og í Noregi, greiðir Yohann Delattre frá. Og Yohann Delattre ávarar hondbóltsfólk í Fraklandi: - Føroyar stríddust væl ímóti Týsklandi, og teir vóru á odda í steðginum, undirstrikar Yohann Delattre í stuttari samrøðu við heimasíðuna hjá franska hondbóltssambandinum.

 

Yohann Delattre undirstrikar, at Føroyar mugu ikki undirmetast.