Frakland er í HM-finaluni

HM 2022: Frakland hevur í kvøld vunnið seg í HM-finaluna við 2-0 sigri á undirtippaða Marokko

HM finalan 2022 verður millum Frakland og Argentina. Tað bleiv staðfest í kvøld, tá Frakland – eins og Argentina í gjár – vann hálvfinaluna. Frakland vann 2-0 á undirtippaða Marokko.

 

Frakland var stórfavorittur undan dystinum. Marokko, sum hevur vunnið á Belgia, Portugal og Spania, var ikki enn eina ferð undirtippað. Marokko er eisini fyrsta landið úr Afrika, sum er í hálvfinaluni í HM.

 

Í kvøld vísti Frakland hví teir eru heimsmeistarar. Theo Hernandez, vinstri bakkurin, legði Frakland á odda longu aftaná fimm minuttir. Síðani legði Frakland seg aftur og spældi upp á skjótálop.

 

Marokko setti seg á dystin og kom til fleiri málmøguleikar, men bólturin vildi ikki inn. Í hinum endanum hótti Frakland, men tað var í minni mun. Dómarin loyvdi høðrum spæli og tað merkti dystin.

 

Ellivu minuttir fyri tíð staðfesti innskifti Randal Kolo Muani sigurin við máli til 2-0. Hann var júst komin á vøllin. Tað er einki óvæntað í sigrinum, men Marokko kundi havt fingið eitt brotsspark í fyrra hálvleiki, sum kundi havt broytt dystin.

 

Frakland og Argentina spæla HM-finaluna sunnukvøldið. Leygarkvøldið verður dysturin um triðja plássið millum Kroatia og Marokko.