Noreg megnaði ikki at endurvinna HM-gullið í hondbólti hjá kvinnum.
Frakland var í HM-finaluni í Boxen høllini í Herning eina tonn betri enn Noreg, ið gjørdi nakrar tekniskar villur í avgerandi minuttunum, og tá koppaði dysturin til Fraklands.
Frakland vann HM-finaluna 31-28. Í steðginum var Frakland á odda 20-17. Frásøgufólkini og viðmerkjararnir hjá danska TV2 vóru samd um, at fyrri hálvleikur var ein tann best spældi hálvleikurin nakrantíð í einum endaspæli, har liðini vóru framúr góð í álopspartinum. Dysturin náddi ikki somu hæddunum í seinna hálvleiki, men tað var spenningur í til nakrir fáir minuttir vóru eftir.
Stine Bredal Oftedal hjá Noregi staðfesti í samrøðu við danska TV2, at Frakland vann uppiborið.
Frakland vann allar níggju dystirnar tær spældu í HM-endaspælinum.
Frakland er OL-vertur komandi summar, og tær munnu vera favorittar nú at fara við OL-gullinum á heimavølli í París.
Frakland – Noreg 31-28 (20-17) - HM finalan í Boxen í Herning í Danmark
Frakland : Tamara Horacek 5, Léna Grandveau 5, Chloé Valentini 4, Orlane Kanor 4, Estelle Nze Minko 3, Sarah Bouktit 3, Laura Flippes 2, Alicia Toublanc 2, Lucie Granier 1, Méline Nocandy 1, Pauletta Foppa 1.
Noreg : Nora Mork 8, Stine Bredal Oftedal 6, Henny Ella Reistad 5, Camilla Herrem 4, Ingvild Kristiansen Bakkerud 2, ilie Margrethe Hovden 2, Maren Nyland Aardahl 1.











