Frakland er heimsmeistari

Fyri løtu síðani gjørdist Frakland heimsmeistari í manshondbólti. Talan gjørdist um ein so greiðan sigur sum 24-19 til Frakland. Hetta hóast Kroatia var á odda 13-12 í steðginum, og hevði heilar 15.200 fanatiskar áskoðarar í rygginum í Zagreb Arena í Kroatia.

 

Fraklendingar vóru kaldari tá saman um kom. Dysturin var javnur til 6 minuttir vóru eftir. Men tá løgdu fraklendingar seg framum við trimum málum, og Kroatia kom ongantíð fyri seg aftur. Fraklendingar stóðu sera væl í verjuni, og kroatar høvdu ikki evnir ella hugflog at spæla seg ígjøgnum tann franska verjumúrin. Toppskjútti hjá Fraklandi gjørdist Michael Guigou sum var tann heilt stóru upplivingin í finaluni, har hann skeyt heili 10 mál. Øll brotskøstini hjá honum sótu trygt.

 

Frakland hevur innanfyri 5 mánaðir vunnið bæði OL-gull og HM-gull, og tað er eingin ivi um, at næst á skránni er EM-gullið. Eitt privatflogfar er á veg eftir fronsku heimsmeistarunum, sum av trygdarávum ikki tora at hátíðarhalda heimsmeistaraheitið í Kroatia. Nógvir kroatiskir áskoðarar vóru vónsviknir, og summir teirra byrjaðu at blaka tendrarar o.a inn á vøllin.

 

Danska dómaraparið í HM-finaluni, Lars Ejby Pedersen og Per Olesen høvdu tað alt annað enn lætt, men teir greiddu sína uppgávu væl, og teir hildu høvdið kalt í avgerandi løtum, sjálvt um teir kundu merkja eitt ræðiligt trýst frá tí stóru kroatisku áskoðarafjøldini. Stór semja er um, at Frakland er tað besta liðið í Heiminum, og at tað var fult uppiborið, at teir vunnu.