Frágreiðing kemur seinnapartin

Vinnumálaráðið hevur fingið eina frágreiðing um fíggjarstøðuna á Strandferðsluni.

Vinnumálaráðið hevur fingið eina frágreiðing um fíggjarstøðuna á Strandferðsluni.

 

Seinnapartin fær politiska skipanin og almenningurin at vita, hvussu fíggjarstøðan sær út á Strandferðsluni.

 

Vinnumálaráðið hevur fingið eina frágreiðing frá grannskoðarafyritøkuni Januar, sum í skundi varð biðin um at gjøgnumganga fíggjarstøðuna á stovninum. Frágreiðingin verður almannakunngjørd seinnapartin, upplýsir Bjørgfríð Ludvig, aðalstjóri.

 

Grannskoðarafrágreiðingin, sum Johan Dahl, landsstýrismaður, bað um í síðstu viku, lýsir fíggjarstøðuna á Strandferðsluni pr 30. november. Hon verður tí grundarlag undir tí umbøn um eykajáttan, sum landsstýrismaðurin væntandi verður noyddur at biðja løgtingið um.

 

Væntandi verður neyðugt við eini eykajáttan á umleið fýra milliónir krónur til Strandferðsluna.

 

Tað var eisini upp á tal, at virkandi stjórin á Strandferðsluni, Hans Johannes á Brúgv, skuldi lata Vinnumálaráðnum eina frágreiðing um støðuna á stovninum. Men tað verður av ongum.