Fráfaringarløta fyri Finngerð Danielsen

Hon hevur barnatekki og hevur dugað ómetaliga væl at givið børnunum eina kenslu av, at á Tannlæknastovuni kunnu tey kenna seg trygg.

Starvsfólkini í Barnatannrøktini í Klaksvíkar kommunu skipaðu í gjár fyri hugnaligari løtu fyri Finngerð Danielsen, sum takkar fyri seg í starvinum sum klinikassistentur.

 

Finngerð hevur starvast í barnatannrøktini síðan 1978 og hevur sosatt starvast í tannrøktini í 45 ár.

 

Borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu, Karl Johansen, varð eisini boðin við til fráfaringarløtuna, og hann nýtti eisini høvið at takka Finngerð fyri drúgva og trúfasta tænastu.

 

Karl Johnansen segði eisini, at Finngerð Danielsen við sínum fakkunnleika og serliga góða barnatekki hevur dugað so ómetaliga væl at givið børnunum eina kenslu av, at á Tannlæknastovuni kunnu tey kenna seg trygg, hóast tey til tíðir eru í einari annars ótryggari støðu.

 

Klaksvíkar kommuna takkar Finngerð fyri drúgva og trúfasta tænastu í øll hesi ár og ynskir henni blíðan byr frameftir.