Frændur í Famjin

Árligi túnadansurin í Famjin verður 2. august.

Í Famjin hava tey í mong, mong ár havt eitt árligt tiltak við túnadansi. 

 

Vanliga er tiltakið um hesa tíðina, og í ár verður árligi túnadansurin í Fámjin tann 2. august klokkan 23.00.

 

Vanligt er, at góðir bólkar verða bodnir til Famjins at spæla til túnadansin, og í hava Frændur sagt ja takk. 

 

 

Fá munnu ivast at í, at Frændur eru millum stórstu tónleikanøvn í Føroyum, og síðani áttatiárini hava teir givið føroyingum eina landaplágu fyri, og aðra eftir. Nógvir sangir hjá Frændum eru fólkaogn, sangir, ið fólk hava tikið til sín.

 

 

Túnadansurin er á bryggjuni í Famjin.