Frægi mentamaðurin Niels farin

Gjørdist rættiliga skakkur og keddur, tá ið Helgi Midjord , vinmaður Niels, segði mær, at Niels var deyður.

Niels hevur havt góða heilsu og hevur livað sunt, sum vit siga. Hvønn dag ein langan súkklutúr, gekk nógv og gjørdi nógv fyri at hava góða heilsu.

 

Niels var so gávuríkur sum fáur, og hann dugdi so væl at nýta tær. Hann var virkin bæði innan sang og tónleik, dugdi sum fáur at spæla gittar og syngja.

 

Skemtivísurnar hjá Gunnleifi og Nielsi gjørdust kendar kring landið, og tað er neyvan veitsla hildin , har ikki onkur vísa hjá teimum verður tikin við.

 

Hann fylgdi væl tí, ið varð spælt uttanfyri okkara landoddar, og mangt hevur hann umsett til føroyskt, sum er so væl umsett, at tað stendur einki aftanfyri upprunatekstin.

 

Hann hevði áhuga fyri sálmasangi, kingosálmum og var ein trúgvur kirkjugangari,og hevði virðing fyri tí arbeiði, ið kirkjan gjørdi.

 

Niels fylgdi væl við tí, ið hendi í okkara samfelagi. Hann var eldhugaður fyri at fríðka bygd okkara, talaði at viðhvørt, men tað sum eyðkendi henda mann, var, at hann var altíð sakligur, og tað sum hann bar fram, var altíð væl undirbygt.

 

Hann var væl skúlaður, arkitektur og lærari/serlærari og var altíð nærlagdur í sínum arbeiði. Hann var lítillátin, gjørdi lítið burtur úr sær, men skapti eina rúgvu.

 

Fuglfirðingar eru stoltir av sínum Mentanarhúsi, sum skapar góðar karmar fyri einum ríkum mentanarlívi - húsið teknaði hann og modell av húsinum gjørdi hann eisini, ið varð lagt fyri teir myndugleikar, ið veittu stuðul til byggingina. Fleiri sethús hevur hann teknað í bygdini.

 

Var sjónleikur í Mentanarhúsinum, so var Niels altíð við - hann kundu vit ikki vera fyri uttan.

 

Niels er farin og mong sita vit spyrjandi og í djúpari sorg. Vit hava einki svar, men kunnu bert takka fyri, at bygdin hevur átt slíkan mann, ið skapti so nógv gott fyri so mong.

 

Friður verður lýstur yvir minni um Niels Midjord.