Uttanflokka tingkvinnan, Sonja Jógvansdóttir, hevur skotið upp, at til skal bera at draga limagjøld til fakfeløg frá í skatti.
Hon vísir á, at tað hevur stóran samfelagsligan týdning, at arbeiðsmarknaðurin er væl skipaður
Fyri arbeiðsmarknaðin merkir hetta, at partarnir verða javnsettir. Fyrisitingarliga kundi hesin frádráttur verðið skipaður við, at yrkisfeløgini samskipa upplýsingarnar við Taks vegna limir sínar soleiðis, at tað eru yrkisfeløgini og ikki einstaki limurin, sum noyðast at samskifta við myndugleikarnar. Hetta ger fyrisitingina lættari og eisini tryggari bæði fyri myndugleikarnar, yrkisfeløgini og einstaka løntakaran, skrivar Sonja Jógvandóttir í viðmerkingunum.
Sum orðaskifti fór fram, so er lítið sannlíkt, at samgongan fer at atkvøða fyri uppskotinum. Grundgevingarnar eru fyrst og fremst, at hetta fer at kosta pening á fíggjarlógini.
Andstøðan tekur ikki undir við uppskotinum.









