Í nýggjastu hagtølunum frá Hagstovu Føroya um arbeiðsloysi, er ein sólskinssøga at lesa um Sandoynna.
Í yvirlitinum yvir arbeiðsloysi býtt á ymisk økir í landinum, verður staðfest at arbeiðsloysið er lægst á Sandoynni, einans 1,7 prosent. Tað er ein stór broyting frá bara einum ári síðani, tá støðan var júst tann øvugta. Tá var Sandoyggin tað øki í landinum, har arbeiðsloysið var hægst, nevniliga 6,7 prosent.
Harvið er arbeiðsloysið í Sandoynni minkað við fimm prosentstigum upp á eitt ár. Serliga er tað millum kvinnur, at arbeiðsloysið er nógv minkað. Í november í 2014 var arbeiðsloysið 8 prosent, meðan tað í november í 2015 var 1,6 prosent.
Millum orsøkirnar til góðu gongdina kann nevnast, at fiskavirkið í Skopun lat upp aftur í 2015.

Myndina av Sandi hevur Ingi Sørensen tikið.
Frá niðast til ovast eftir einum ári