- Tað má sigast vera eitt Guðs undur, at vit føroyingar her á heimsins útskerum eftir eitt stokkut tíðarbil, bert 4 ættarlið, hava flutt okkum úr miðøld, tá var skitið, hart og stutt, til í dag, har vit liva betur enn kongar og bispar fyri 200 árum síðan.
Men hvussu hevur tað kunnað latið seg gera?
Tað er spurningurin, sum Óli Breckmann tekur upp í beinleiðis sending á Rás2 klokkan 16 í dag.
Til at kjakast um hesar spurningar hava vit fingið høvundin, Arnstein Niclasen, verkfrøðing, og Kára Jespersen, ein av okkara fremstu søgufrøðingum. |
- Hvussu kann ein slík kollvelting henda? Hvørjar umstøður loysa eina frummegi, sum hevur ligið í dvala í ævir, so henda økjandi orku, maskinmegi og tøkni framleiða vaksandi virði, til vit øll liva í yvirflóð, sum eingin kundi droymt um fyri so stuttum síðan?
Frá blóðtrýsti til oljutrýst, frá mannakreftum til hestakreftir, sum Eiler Jacobsen sáli tók til.
Kjakið Rásini í dag tekur støði í einari bók eftir Arnstein Niclasen, verkfrøðing, við tí stillføra heitinum “Fólkini Úti á Bø”, sum kom út í jólavasinum.
Hendan bókin er nógv annað og meiri enn ein ættarsøga um búfólkini Úti á Bø (ikki í Vágum, men) á nesinum sunnan fyri Kirkjubø og eftirkomararnar undan báðum familjunum, sum búleiksust har úti í avdølum sum uppsitarar stórbóndanum og sýslumanninum í bygdini við biskupum og kongsbóndrum, til tey fóru haðani í 1886 og tey seinnu í 1894.
Bókin hjá Arnsteini dregur eisini yvir á tað skaldsliga, sosial- og siðsøguliga, bæði tað ítøkiliga og tað hugsveimandi og enntá kontrafaktuella, hvat-nú-um søguliga.
Við kløkkandi megi fær henda ættarsøgan lesaran at hugsa: Kundi lagnan við niðurlagda bygdarlagnum Úti á Bø, har mælskir menn slóu, og læandi konur hoyggjaðu í nøkur hundrað ár, meðan snjallar barnarøddir ljóðaðu í kæti um bø og haga, til alt brádliga varð kvirt og stirvt.... kundi henda niðurløgan ikki eins væl verið lagnan hjá øllum Føroyum – ja verðið hend okkum fleiri ferðir í nýggjari søgu?
Høvdu kirkjubøbóndin, Jóannes Patursson, og sýslumaðurin, H. C. Múller, báðir ‘góðseigarar’ tá, havt tryggjað sínum húskøllum og arbeiðskonum suðuri á nesinum betri kor, umstøður og inntøkur, enn teir gjørdu?
Hví rýmdu bøfólkini eftir at hava livað úti ímóti tilverumarkinum sunnan fyri Kirkjubø í ættarlið, til Suðuroyar, Havnar, Sandoyar, Velbastaðar, Vágar og aðrastaðni at búgva?
Mundu tær umstøður, ið Jóannes Bóndi gav sínum uppsitarum Úti á Bø, og sum tey ‘flýddu’ frá, vera við til at avmarka møguleikarnar hjá Jóannesi Bónda at fáa meiriluta fyri sínum sjálvstýrispolitikki?
Ímynda vit okkum, at tann ungi Jóannes Bóndi hevði gift seg við dóttur H. C. Muller, íhalds- og ja ‘sambandsmaður’, hevði so nakar klovningur verðið á løgtingi í 1906? Tá var komið til einkis við Petru Muller, og Bóndin í Kirkjubø giftur teirri íslendsku Guðny.
Hvørjum livdu føroyingar av fyri hesum stórthundrað árunum síðan? Vit vita, at daglønin um 1890 var uml. 1,50 kr, um nakað lønt arbeiði fekst. Í landbúnaðinum varð avroknað í slíkum sum klædnapløggum, grind og spiki, avroðum, fótamørum, rekkjuváum, roðum til skøði og sjóklæði.
Men hetta var eisini ein broytingartíð, tá fleiri og fleiri húskallar brutu karmarnar og fóru til skips við slupp.
Peningur var at tjena í fiskivinnuni, og við sluppfiskiskapi kom høvi og hugur at bróta seg burtur úr bóndasamfelagnum. Men var tað nóg mikið til at bjarga Føroyum undan at verða avtoftaðar eins og Hetland, Orknoyar, Hebridurnar og øll oyggja- og útjaðarasamfeløg í heiminum á okkara breiddarstigum – undantikið Føroyar?