Á seinasta fólkatingsvali atkvøddu 873 føroyingar fyri Miðflokkinum. Hetta var tíverri væl minni enn við næstseinasta fólkatingsval og svaraði til 4,2%.
Tvær veljarakanningar eru gjørdar síðani tá og tær vísa tað gleðiliga, at fleiri og fleiri leggjast afturat og ætla sær at velja Miðflokkin. Fyrra kanningin, gjørd fyri góðari viku síðani, gav Miðflokkinum 4.9 %. Seinna, ið varð almannakunngjørd fríggjadagin, gav flokkinum 5,7 %.
Ímynda vit okkum, at hendan framgongdin heldur á, og hví ikki, verður valkvøldið eitt spennandi kvøld fyri Miðfloksfólk- og tað hava tey sanniliga uppiborið!
Áheitan mín á Miðfloksfólk er tí, at vit øll brúka teir næstu dagarnar til at bjóða, biða, heita á og eggja fólki til at velja Miðflokkin. Og at vit kontakta og bjóða fólki við á val.
Við bestu Miðfloksheilsu,
Jenis av Rana
Formaður Miðfloksins
p.s.: Seinasta veljarakanningin vísir, at ein stórur partur av veljaraskaranum, eisini Miðfloksfólki, ikki ætla sær á val hósdagin. Eg fari at biðja teg um at umhugsa hesa støðu tína- vit hava brúk fyri tínari atkvøðu J