Frá Yrkisfelag Studenta- og HF-lærara

Yrkisfelag Studentaskúla- og HF-lærara ger vart við, at avleiðingarnar av arbeiðsósemjuni millum Føroya Landsstýri og Føroya Lærarafelag gerast alsamt álvarsligari.

Yrkisfelagið harmast um, at landsstýrið á øllum økjum skerjir so nógv av játtanunum, at stovnarnir ikki fáa virkað eftir lógum, ið hóska í einum framkomnum samfelagi. Bert at samtykkja slíkar lógir uttan at játtanir fylgja við er ábyrgdarleyst.

Ásannast má, at skjótari er ofta at bróta niður enn at byggja upp og í hesum føri, gongur sjón fyri søgn: besta og mest gevandi undirvísingartíðin undan próvtøku fer fyri skeyti, og arbeiðslagið hjá næmingunum fer av lagi. Próvtøka og próvtøkuúrslit verða meira hótt fyri hvønn dag, og møguleikin at lúka treytirnar og at standa seg væl á miðnámsskúla minka í hvørjum, tí næmingarnir skuu í fyrsta lagi hava lokið fráfaringarroynd fólkaskúlans og í øðrum lagi við nóg góðum úrsliti fyri at verða tikin upp á miðnámsskúla.

Yrkisfelagið heitir staðiliga á landsstýrið um at halda landsins lógir og at virða arbeiðið, ið lærarar og næmingar gera.