- Uppgávan er stór, men hetta er eisini ein spennandi avbjóðing. Tað serliga við hesum aðalráðnum er, at tað hevur við rættiliga nógv menniskju at gera, so er fari at gera mítt besta fyri, at øll kunnu kenna seg trygg og væl undir mínari leiðslu, sigur Annika Olsen.
Hon er einasta kvinnan í landsstýrinum.
- Tað er jú soleiðis, at tað er upp til flokkarnar at gera av, hvørju fólk tey seta í landsstýrið, og tað vísti seg bara at vera Fólkaflokkurin, sum kom við einari kvinnu. Tað er eitt sindur keðiligt, men tað er nú einaferð soleiðis, at tað er upp til flokkarnar at gera av, sigur Annika Olsen, sum gott kundi hugsað sær fleiri kvinnur í landsstýrinum.
Í einum so tungum aðalráði eru sjálvandi altíð fleiri mál at tríva í.
- Øki skal effektiviserast. Vit vita, at vit standa fyri stórum sparingum fyri framman, og tær skulu sjálvandi gerast so skynsamt og gott sum tilber uttan at tað gongur út yvir tann einstaka, sigur Annika Olsen.
Men eisini aðrar avbjóðingar standa fyri framman.
- Har er ein nýggj forsorgarlóg og ein nýggj eldralóg, sum eg ætli mær undir. Stutt sagt at fáa eina rammulóg fyri eldraøkið, finna út av hvat tað er, tey eldru hava tørv á. Vit hava lógir fyri barnaøkið, hvat børnini hava tørv á, men vit hava onga lóg sum sigur, hvat tey eldru hava tørv á, sigur Annika Olsen.
Eitt annað øki, sum skal styrkjast er rehabilitering, umframt barna- og ungdómsøkið.
Hon hevur sitið í umleið trý ár sum innlendismálaráðharri, men tað kann ikki reiðiliga samanlíknast við almannaøkið.
-Fyrr hevði eg við vegir og tunlar at gera, og nú fái eg við menniskju at gera, og tað er hvør sítt. Tað verður ógvuliga spennandi, tí tað er júst hetta, politikur snýr seg um, nevniliga menniskju. So hóast hendan uppgávan verður trupul og hørð, so gleði eg meg til hana. Mín innsatsur skal so ikki liggja eftir, sigur Annika Olsen, nýggi almannamálaráðharrin.