Bygdirnar vóru tá samanbundnar við varðagøtum, og var talan um flutning av størri góðsi fór hesin fyri tað mesta fram á sjónum millum lendingar og havnir.
Eitt yvirlit vísir, at í 1896 vóru 800 km. av gongugøtum til fólkaflutning og lættari góðsflutning. Men síðani tá er nógv hent og flutningstíðin stytt munandi.
Í 1950-árunum varð ein ætlan løgd um at binda tey ymisku økini saman, soleiðis at vit fingu eitt vegakervi sum var samansett av longum samanhangandi vegateimum.
Endamálið var at fáa vegasamband til allar bygdir. Hetta málið varð rokkið í 2002, tá sprongt varð ígjøgnum fyri tunlinum til Gásadals.
Í 1999 var gjørd ein nýggj langtíðarætlan fyri íløgur í samferðslukervið, og eru málini í hesi ætlanini stórt sæð øll rokkin.
Í hesi ætlanini vóru m.a. Vágatunnilin, Norðoyatunnilin og nýggi Smyril nevnd. Í dag vildi neyvan nakar verið hesi framstigini fyri uttan, heldur ikki tunnilin millum Hov og Øravík, har koyrandi verður ígjøgnum komandi ár.
Nú liggur onnur og munandi meiri umfatandi samferðsluætlan fyri framman. Áðrenn henda ætlanin, sum snýr seg um árini komandi árini, verður lýst og kunngjørd almenninginum, er neyðugt at lýsa grundarlagið fyri eini slíkari ætlan.
Og tað er tað ein hevur gjørt við hesi Strategisku Samferðsluætlanini 2008 til 2020, sum verður lýst niðanfyri.
 










