Ófríður á Luzjniki

Stórur ruðuleiki var í Moskva um vikuskiftið á sama leikvølli, sum føroyska landsliðið royndi seg á


 

ófriður


Tá Føroyar spældu á Luzjniki stadion í Moskva, varð bert ein áskoðari handtikin fyri at gera um seg, men so friðarligt gekk tað ikki fyri seg, tá toppdysturin í russlandi varð leiktur um vikuskiftið.

Dysturin stóð millum tey bæði stóru høvuðsstaðarliðini, Spartak Moskva og CSKA Moskva, og ikki kann sigast annað enn, at áskoðararnir løgdu nógva orku í dystin.

Ikki færri enn 669 fólk vórðu handtikin undir dystinum, og tá skaðarnir vórðu gjørdir upp, varð komið fram til, at 1.436 setur restaðu í á áskoðaraplássunum. Hesi vórðu undir dystinum nýtt til at kasta eftir viðhaldsfólkum hjá mótstøðuliðunum.

Spartak Moskva, sum heldur til á Luzjniki Stadion, vann annars dystin 1-0.