Frá tveimum til 11.000 pund um dagin

Sum 16 ára gamal arbeiddi hann níggju tímar um dagin í Rio sum múrari. Í lýsingini var hann á fótum og arbeiddi saman við einum 15-16 øðrum monnum og dreingjum við at byggja húsaveggir.

 

Eg arbeiddi sum múrari fyri at hjálpa til heima, tá eg var yngri. Tað skammist eg ikki yvir, tí tað hevur gjørt meg til tann, eg eri í dag, sigur Ramires.

 

Hann sigur eisini, at lítið stjørnulíka byrjanin fær hann at halda bæði beinini á jørðini.

 

Tá eg eri heima, vitji eg framvegis mínar vinir frá teirri tíðini, sigur 23 ára gamli Ramires.

 

Ein dag um vikuna arbeiddi hann styttri, frá sjey á morgni til fýra seinnapart, tí hann skuldi venja fótbólt, og tað má sigast var ein skilagóð avgerð.

 

Ramires kom til Chelsea í síðstu viku, og sannlíkt er, at hann fær debut fyri meistararnar í dystinum í dag móti Stoke á Stamford Bridge, skrivar enska blaðið The Sun.