Ófrættakendur fransmaður vitjar aftur

Í 1987 stakk hann – við føroyskum og donskum stuðli – føroyingar í ryggin og nú roynir hann tað umaftur. Fransmaðurin Francois-Xavier Pelletier kallar seg objektivan etnolog, dokumentarist og journalist, og sigur seg vilja lýsa grindadráp frá føroyskari síðu. Júst sum í 1987

Rógvi Nybo

rogvi@sosialurin.fo


Í hesum døgum eru hópin av filmsliðum í Føroyum í samband við vitjanina av umhvørvisverndarfelagsskapum sum Sea Shepherd. Millum tey kendur eru sjálvandi filmsliðini hjá Animal Planet, sum eru umborð á Brigitte Bardot og Steve Irwin. Onnur filmslið ganga her á landi, sum siga seg vilja lýsa søguna um grindadrápið frá einum føroyskum sjónarhorni. Men ein ófrættakendur fransmaður gongur eisini millum okkum, ið føroyingar eiga at ansa sær serliga væl eftir at samstarva við. Her er søgan um Francois-Xavier Pelletier, ið einaferð áður hevur snýtt føroyingar væl og virðiliga.


1987

Árið er 1987, og komin til landið er ein fransmaður, nevndur Francois-Xavier Pelletier. Hann sigur seg verða etnolog, ið vil gera eina dokumentarsending um hvussu føroyingar liva saman við náttúruni, herundir eisini um grindadráp. Hann hevur samband við myndugleikar í Føroyum, herundir eisini tað, ið kallaðist Ferðamannastovan, , sum seinni gjørdist partur av Ferðaráð Føroya, ið játtar at veita honum stuðul. Frammanundan hevur hann á sendistovuni hjá Dansk Turistbureau í París fingið játtað nógvan pening – sigst væl omanfyri tær 100.000 krónurnar – til at gera sendingina, ið skal lýsa Føroyar.

Í Føroyum er Francois-Xavier í samband við nógv fólk. Hann verður lýstur sum blíður og fyrikomandi maður, og honum verður víst vælvild og gestablídni. Í august mánaði eru hann, og ein fylgisveinur hansara, staddir í Suðuroy.

Í Suðuroy hevur Francois-Xavier fingið í lag avtalu við sýslumann og grindaformenn um hvussu teir skuldu bera seg at, tá grindadrápið varð filmað – um nøkur grind kom og varð hildin til. Meðan bíðað verður eftir grind, eru teir runt ymsastaðni kring oynna og filma, eitt nú tá teir eru í bjørgunum og síga við suðuroyingum. Men tann 19. august eru grindaboð, og grindin skal haldast til í Vági.

Randi Meitil var av Ferðamannamiðstøðini sett sum tulkur hjá fransmonnunum, og var við teimum allastaðni, har teir fóru. Hon minnist soleiðis tað, ið fór fram henda dagin, tá sjón kom fyri søgn, hvørji ørindini hjá fransmonnunum veruliga vóru.

- Vit húsaðust í Hvalba, og tá vit fingu grindaboð, sluppu vit við einum føroyskum báti úr Hvalba, sum fór í grind. Men tá vit skuldu fara, var fylgisveinurin hjá Francois-Xavier brádliga vekk. Men ikki varð bíðað, og vit fóru í bátin og sigldu til Vágs. Tá vit koma til Vágs, beint áðrenn grindin verður hildin til, kemur fylgisveinurin brádliga stimandi í einum skjóttgangandi gummibáti, ið hann hevur verið vestanfyri Suðuroynna eftir, og leggur bátin at okkara. Nú brádliga loypir Francois-Xavier umborð á hin bátin við allari filmsútgerðini. So fara teir stimandi mitt inn í rokan, blanda seg upp í drápið, og byrja at filma sjálvt drápið. Hetta var beint øllum móti tí, ið avtalað var við sýslumannin, grindaformannin og grindamenn, greiðir Randi Meitil frá.



Filmurin

Eftirspælið eftir hendingina í Vági munnu suðuroyingar minnast best. Sjálvur greiðir Francois-Xavier frá*, at óðir føroyingar royndu at søkkja bátin, hann var í, øll dekkini á bili hansara vóru karvað upp, filmsupptøkurnar vóru tiknar frá honum og hann varð settur í geglið, líka til kona hansara og danskir myndugleikar fingu hann úr knípuni og øll útgerðin varð latin leyst aftur. Og at hetta var eftir at hann hevði sitið í sjey vikur í varðhaldi.

Árið eftir kemur filmurin hjá honum um Føroyar út. Filmurin kann valla kallast ein saklig lýsing av hvussu føroyska fólkið livir av og saman við náttúruni, so sum hann segði seg ætla at gera. Heitið á filminum talar fyri seg – Les isles Féroces – Tær øgiligu oyggjarnar.


Sea Shepherd

Síðani hendingina í Føroyum í 1987 hevur Francois-Xavier Pelletier arbeitt tætt saman við Sea Shepherd. Eitt nú var hann við umborð á skipinum Golfo Azurro, sum er eitt skip hjá Sea Shepherd, og sum var við Føroyar í fjør. Sjálvur var hann við til at kava eftir hvalarovum út fyri Skæling. Í grein, hann hevur skrivað um hetta, skrivar hann soleiðis:

>> Tá eg sá skammiligu hvala-hópgrøvina á 24 metra dýpi, gjørdist eg avgjørdari enn nakrantíð áður at steðga barbarisku massakruni, sum er óneyðug og fylt við haturi, sum er ein skammblettur fyri Evropa og mannaættina<<.


2011

Nú í summar er Francois-Xavier Pelletier aftur í Føroyum. Men nú hevur pípan brádliga fingið eitt heilt annað ljóð. Sjálvur sigur hann við Sosialin, at hann nú er ímóti framferðarháttinum hjá Sea Shepherd, eftir at hann hevur funnið útav, hvussu teir arbeiða. Hann sigur ørindi síni í Føroyum verða at gera eina lýsing av føroysku síðuni av grindadrápinum.

Hetta tykist tó verða ilt at skilja, um ein hyggur eftir vangamyndini hjá honum á Facebook. Har finnast nýligar myndir av Francois-Xavier Pelletier, saman við Paul Watson og øðrum úr Sea Shepherd. Ein av myndunum er búmerkið hjá Sea Shepherd við undirtekstinum >>Vágur! Minnast tit 1987? Vit síggjast skjótt<<. Á øðrum myndum síggjast hann, Paul Watson og onnur smíða eina kistu, har tey síðani leggja eitt danskt flagg, eitt ES-flagg og ein hval niður í kistuna, og síðani bera hana á akslunum við føroyska flagginum omaná kistuni.

At ørindi hansara veruliga eru broytt síðani tann 16. juni, tá hesar myndirnar seinast eru dagførdar, er tískil ilt at trúgva.



Eingin ávaring

Í vár ávaraðu almennu Føroyar allar almennar stovnar móti at samskifta við Pete Bethune, sum tá var komin til Føroya. Harumframt er støðan hjá almennu Føroyum, at einki samskifti verður við Sea Shepherd felagsskapin. Tað upplýsir Kate Sanderson, deildarstjóri í Uttanríkisráðnum. Harumframt hevur Uttanríkisráðið eisini verið í samband við sjónvarpsliðini hjá Lizard Trading Company, sum framleiðir sendingina Whale Wars fyri Animal Planet, og fingið váttan fyri teirra ætlanum í Føroyum.

Kate Sanderson upplýsir tó eisini, at Francois-Xavier Pelletier ikki hevur verið í samband við Uttanríkisráðið, og at tey tískil einki vita um, hvørjar ætlanirnar hjá honum eru í Føroyum, nú hann vitjar aftur.

Tískil fyriliggur eingin kunning um, hvussu føroyingar eiga at fyrihalda seg til Francois-Xavier Pelletier, eiheldur hvørjar ætlanir hann hevur við vitjan sínari í Føroyum.







*Greinin sæst á fronskum á: www.stop-the-grind.com/index.php