Frítt at útflyta fiskafóður til Noregs

Tað stendur nú føroyskum útflytarum frítt at útflyta medisinerað fóður til Noregs. Tað er greitt eftir, at norskir myndugleikar hava boðað Uttanríkisráðnum frá, at heilsufrøðiligu forðingarnar í sambandi við føroyskan útflutning av medisineraðum fiskafóðri eru beindar burtur

Útflutningur

Rógvi Nybo

rogvi@sosialurin.fo



Føroyska apoteksverkið er ein av útflytarunum, sum kann fáa gagn av føroyska útflutninginum av medisineraðum fiskafóðri. Heri Mørkøre, landsapotekari, fegnast um at forðingarnar loksins eru burtur.

- Norskir alarar hava í fleiri umførum sett seg í samband við okkum fyri at fáa føroyskt fiskafóður til teirra framleiðslu. Vit hava frá byrjan vitað, at vit hava havt neyðugu góðkenningarnar til at flyta út, men norskir myndugleikar hava forðað fyri tí í fleiri ár. At forðingarnar eru beindar burtur, kann fáa stóran týdning fyri framtíðarvirksemið hjá føroyska apoteksverkinum. Ein av fyrimununum er, at nú kunnu brúkarar í Noregi, sum nýta fóður frá Havsbrún, fáa heilivág í tí fóðrinum, teir dagliga nýta, sigur Heri Mørkøre, landsapotekari.

Ferð kom á málið um fiskafóðri eftir fund millum Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharra, og Jonas Gahr Støre, norskan uttanríkisráðharran, í desember mánaði 2008.

-Vit hava í fleiri umførum víst á, at norsku heilsufrøðiligu forðingarnar hava verið bygdar á skeivar fortreytir. At norskir myndugleikar nú broyta støðu, er prógv um, at okkara støða hevur verið røtt frá byrjan. Okkara áhaldni í uttanríkispolitikki gevur úrsliti, sigur Jørgen Niclasen.